Tá tú rennur hálvt marathon ella heilt marathon sunnudagin, rennur tú á eini AIMS-góðkendari rutu.
AIMS – Association of International Marathons and Distance Races – er ein altjóða felagsskapur, sum var stovnaður í 1982 við tí endamáli at stuðla undir og menna renning í øllum heiminum. Í dag eru 442 rennikappingar (hálvt marathon, heilt marathon og longri teinar) í 120 londum limir í AIMS.
Vitja heimasíðuna hjá AIMS her og fá íblástur til, hvar tín næsti langteinur skal rennast.