Tórshavn Marathon 2024 verður 9. juni 2024 kl. 13.00.
Rennarar og gongufólk byrja øll kl. 13.00. Rennarar byrja í Vágsbotni í Havn. Gongufólk byrja í Kaldbak. Bussar koyra av Farstøðini til Kaldbaks sunnudagin kl. 12.15.
Heinta startnummar
Startnummur kunnu heintast á Torginum í SMS
- Fríggjadagin 7. juni frá kl. 12 til kl. 19
- Leygardagin 8. juni frá kl. 10 til kl. 18
Tá tú heintar startnummar, hevur tú møguleika at keypa renniútgerð o.a. frá Sport24.
Fólk uttanfyri Havnina, sum spara brennievni orsaka av verkfallinum, kunnu heinta startnummar í Snarskivuni á Vaglinum sunnumorgunin 9. juni kl 10-12.
Dagsskrá 9. juni 2024
12:00 Klædnagoymslan er opin.
12.15 Bussar koyra av Farstøðini til Kaldbaks við gongufólki
12:30 Vit hita upp og telja niður í Vágsbotni.
12.50 Heðin Mortensen, borgarstjóri, flytir fram røðu og setir renningina í gongd.
13:00 Renningin byrjar. Øll byrja í senn, rennarar og gongufólk. Rennarar byrja í Vágsbotni. Tey, sum renna 1/1 og 1/2 marathon standa fremst. Gongufólk byrja í Kaldbak.
13:20 Fyrstu 5km rennararnir koma á mál.
13:45 Fyrstu 10 km rennararnir koma á mál.
14:15 Fyrstu 1/2 marathonrennararnir koma á mál
uml. 14:30 Heiðursmerkju verða handað 1/2 marathonrennarunum.
15:30 Fyrstu marathonrennararnir koma á mál.
15:45 Gongufólkini koma á mál.
uml. 16.30 Heiðursmerkju verða handað marathonrennarunum.
Øll – rennarar og gongufólk – skulu vera í Vágsbotni í seinasta lagi kl 19:00.