Ferðsluavmarkingar 1. juni 2025

0
752

Sunnudagin 1. juni eru fleiri vegir stongdir millum klokkan 12.30 og 19.30 í sambandi við Tórshavn Marathon. Í yvirlitinum og á kortunum niðanfyri sært tú, nær vegirnir eru stongdir.

Gev gætur, at frá klokkan 13-18 eru eisini Eysturoyartunnilin og Kollafjarðartunnilin stongdir í sambandi við renningina. Bilar skulu í staðin koyra eftir Oyggjarvegnum.

Stongdir vegir 1. juni 2025

Kl. 12.30-19.30 eru hesir vegir stongdir:

  • Niels Finsens gøta stongd frá Sverrisgøtu oman á Vaglið
  • Mylnugøta stongd
  • Tinghúsvegur stongdur frá Bøkjarabrekku oman til Áarvegin
  • Bringnsagøta stongd frá Húsabrúgv oman til Áarvegin
  • Tórsgøta stongd frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn
  • Áarvegur stongdur
  • Kopargøta stongdur
  • Havnargøta stongd
  • Yviri við Strond stongdur
  • Eystari Ringvegur stongdur til rundkoyringina á Hálsi

Kl. 12.45 til 14.30 eru hesir vegir stongdir:

  • R.C. Effersøes gøta og Bøkjarabrekka bara einvegis ferðsla
  • Jónas Broncks gøta stongd
  • Bøkjarabrekka stongd frá Steinatúni niðan til R.C. Effersøes gøtu


Kl. 12.30 til 19.00
eru hesir vegir stongdir:

  • Hvítanesvegurin stongdur til rundkoyringina við Vegin Langa

Kl. 12.30 til 18.00 eru hesir vegir stongdir:

  • Landsvegurin stongdur frá rundkoyringini við Vegin Langa/Hvítanes til Eysturoyartunnilin

Kl. 13.00 til 19.00 eru hesir vegir stongdir:

  • Landsvegurin stongdur frá rundkoyringini við Eysturoyartunnilin til Kaldbaksbotn

Kl. 13 til 18 eru hesir vegir stongdir:

  • Eysturoyartunnilin stongdur
  • Landsvegurin stongdur frá Kaldbaksbotni til rundkoyringina Inni í Firði í Kollafirði

Kl. 14.00 til 17.00 eru hesir vegir stongdir:

  • Kaldbaksvegurin stongdur frá Kaldbaksbotni til Kaldbaks