Her sært tú eitt kort yvir máløkið.
Klædnagoymsla
Klædnagoymsla er í posthúskjallaranum og í Perluni. Hetta er á egna ábyrgd, vit mæla frá at pengar og aðrir virðislutir verða latnir inn í klædnagoymsluna.
Vesi
Vesi eru á máløkinum. Á rutuni eru vesivognar.
Komin á mál
Vatn, kakao og fit frá MBM, umframt Froosh Smootie verður at fáa á máløkinum. Eisini verður frugt.
Øll sum hava runnið eru vælkomin til ein bita í Reinsarínum eftir renningina. Hetta er stuðla av Bakkafrost. Rennarar fáa eisini kaffi og heimabakað kaku. Alt hetta er ókeypis.