Free Porn
xbporn

1xbet وان ایکس بت 1xbet وان ایکس بت 1xbet وان ایکس بت 1xbet وان ایکس بت 1xbet وان ایکس بت 1xbet وان ایکس بت 1xbet وان ایکس بت 1xbet وان ایکس بت 1xbet 1xbet سایت شرط بندی معتبر 1xbet وان ایکس بت فارسی وان ایکس بت بت فوروارد betforward سایت بت فوروارد سایت betforward 1xbet giriş

Rutan

Rutan

Tórshavn Marathon hevur alt!

Renn í livandi høvuðsstaðnum, fram við sjónum, niðan brekkur, sum krevja nógv av tær, oman brekkur, so tú fært eina kenslu av at flúgva. Renn í hugnaliga bygdalagnum, og verð eitt við friðsæla, bergtakandi náttúru.

Á málinum standa fryntlig fólk og taka í móti tær, bjóða tær ein svalandi drykk ella okkurt at eta.

Túrurin byrjar í Vágsbotni í Havn, yvir við Strond og runt um býin. Tit renna niðan í Hoyvík, fram við Hvítanesi. Rennur tú hálvt marathon rennur tú ímóti sundi og vendur. Rennur tú heilt marathon rennur tú inn í Kaldbaksbotn, og heldur haðani fram til Kaldbaks, har tit venda heimaftur. Á heimvegnum fara tit sama veg og enda aftur í Vágsbotni.

Á túrinum upplivir tú brekkur og slætt lendi. Vøkru náttúruna, góða útsýnið og góða stemningin í hugnaliga høvuðstaðnum.

Túrurin er asfalt allan vegin. Rutan er máld í samstarvi við AIMS.

Gangi hálvmarathon

Sum nakað heilt serstakt verður gonguteinurin broyttur í 2024. Høvi verður sostatt at ganga friðsæla og náttúruvakra túrin úr Kaldbak og til Havnar.

Gongufólk byrja at ganga samstundis, sum rennarar fara úr Vágsbotni og fara tí at ganga ímóti og møta rennarunum, sum renna marathonteinin.

Gongufólk verða koyrd við bussi til Kaldbaks. Nærri kunning um hetta kemur seinni.

Rutumet

Kvinnur: Helena Javornik (SL): 3:09:16 sett í 2018

Menn: Raul Jankowski (DE): 2:35:11, sett í 2022

Tann, sum setur nýtt rutumet, fær 3000kr, sum er stuðlað av Leif Mohr og LM Electric

Tíðtaking

Tað er chip í startnummarinum, og tín rennitúrur verður skrásettur við millumtíðum, so at onnur kunnu fylgja við renningini á síni snildfon.

Renniveður

Summarveðrið í Føroyum kann vera skiftandi og tá tú kemur til Havnar at renna, mást tú vera fyrireikað/ur uppá mangt og hvat.

Tað kann henda, at sólin skínur og tað verður heitt, men tú kanst eisini vænta tær regn og vind ella mjørka. Pakka bæði stuttar og langar buksir, singlet, t-shirt og jakka – lat so veðrið arga, sum tað vil.

Tú kanst fylgja við veðrinum her, tó at tað í Føroyum er ilt at spáa um veðrið.

Kort

Hæddarkurva

 

 

Flúgv við Atlantic Airways