Start- og máløkið

0
614

Start- og máløkið

Í ár verður start- og máløkið í Vágsbotni.

Tú kanst taka kort yvir økið niður her.

Klædnagoymsla

Klædnagoymsla er í posthúskjallaranum og í Perluni. Hetta er á egna ábyrgd, vit mæla frá at pengar og aðrir virðislutir verða latnir inn í klædnagoymsluna.

Vesi

Vesi eru á máløkinum. Á rutuni eru vesivognar.

Komin á mál

Vatn, kakao og fit frá MBM o.a. verður at fáa á máløkinum. Eisini verður frugt.

Øll sum hava runnið eru vælkomin til ein bita í Reinsarínum eftir renningina. Hetta er stuðlað av Bakkafrost. Rennarar fáa eisini øl frá OY, kaffi og heimabakaða kaku. Alt hetta er ókeypis.