Til tín, sum skalt ganga 1/2 marathon.
1/2 marathonteinurin er friðsæli og náttúruvakri túrurin úr Kaldbak og til Havnar.
Gongufólk verða koyrd við bussi til Kaldbaks áðrenn startskotið fer kl. 13. Ókeypis bussar koyra av Farstøðini stundisliga kl. 12.30. Møtið í góðari tíð.
Bussarnir seta gongufólkini av, har sum teinurin byrjar.
Legg til merkis, at ferðslan er avmarkað, og tí ber ikki til at koyra sjálv/ur.
Teinurin byrjar á 1/2 marathonmarkinum hjá 1/1 marathonrennarunum. Hetta er nakað áðrenn bygdina í Kaldbak. Fyrsti teinurin verður sostatt at ganga inn gjøgnum bygdina í Kaldbak og til vendipunktið. Tá vent verður, gongur leiðin til Havnar.
Komin til ljóskurvarnar við Hvítanesvegin, gongur leiðin yvir við Strond, eftir Bursatanga, niðan á Vaglið og oman til málið í Vágsbotn.
Tú sært teinin á hesum kortinum.





