Tilmelding

Tilmelding til Tórshavn Marathon 12. juni 2022

Tilmeldingin er opin.

Til 30. nov.  1. des –           1. apríl 2. apríl –        9. juni Late Entry (10 & 11 June)
Heilt marathon DKK 500 DKK 600 DKK 700 DKK 800
Hálvt marathon DKK 250 DKK 350 DKK 400 DKK 500
Ganga hálvt marathon* DKK 250 DKK 350 DKK 400 DKK 400
10,5 KM DKK 200 DKK 250 DKK 300 DKK 300
5,5 KM DKK 100 DKK 150 DKK 200 DKK 200

 

Við í prísinum er:

  • Leiga av chippi, sum skal latast fyrireikarunum aftur, eftir renningina.
  • Startnummar.
  • Luttakaraheiðursmerki.
  • Heimabakað kaka, kaffi/te og aðrir drykkir eftir renningina.

Tilmeldingargjald verður ikki endurgoldið.

Treytir fyri luttøku í renningini:
Til heilt og hálvt marathon skulu rennarar vera fyltir 16 ár, tá árið byrjar. Er rennari yngri enn 18 ár, skulu foreldur/verjar samtykkja. Tíðaravmarkingin til Tórshavn Marathon er 6 tímar. Ítøkiliga merkir tað, at tú skalt vera komin í Kaldbaksbotn á heimvegnum áðrenn kl 17:00. Um hetta ikki eydnast tær, kemur bilur at heinta teg og koyrir teg aftur á málið.

Við tilmelding góðtaka allir luttakarar til heilt og hálvt marathon hetta: Mín luttøka er fyri egna ábyrgd, og eg vátti, at hvørki fyriskiparar ella sponsorar kunnu ábyrgdast, um okkurt skuldi hent mær undir renningini. Eg vátti, at eg eri sunn/-ur og kripsliga væl fyri, so eg kann renna við. Føðiárið, eg havi skrásett er rætt, og eg skilji, at eg ikki kann geva mítt startnummar til nakran annan. Um eg ikki fái luttikið, havi eg ikki rætt at fáa tilmeldingargjaldið aftur.

Vatnpostar eru við 4. hvønn km til heilt og hálvt marathon. Vit vatnpostarnar fæst vatn og saft. Vatn, leskidrykkir og frukt eru eisini á máløkinum. Fyrstuhjálparar eru á rutuni og á máløkinum.

Flúgv við Atlantic Airways