Tilmeldingarfreist
Freistin at melda til renningina sunnudagin er í morgin leygardagin 11. juni kl. 18.00. Hetta er samstundis síðsta freist at broyta tilmeldingina.
Tilmelding fer fram online umvegis heimasíðuna.
Legg merki til, at kl. 18.00 leygardagin eisini er síðsta freist at heinta startnummar o.a. á torginum í SMS.
Marathonrenningin er FM-kapping
Marathonrenningin er FM-kapping. Fyri at luttaka í FM-kappingini skalt tú verða tilmeldað/ur Atlantic Airways Tórshavn Marathon sum limur í føroyskum rennifelag undir FÍF (Frælsur Ítróttur Føroya).
Kappast verður í hesum bólkum:
- Opin bólkur (menn/kvinnur) (f. 1977-2004)
- Veteranar (menn/kvinnur) (f. 1967-1976)
- Superveteranar (menn/kvinnur) (f. 1957-1966)
- Ultraveteranar (menn/kvinnur) (f. 1956 ella fyrr)