Øllum kunnugt er verkfall í løtuni.
Ítróttarfelagið Bragdið, sum fyriskipar Tórshavn Marathon, fylgir neyvt við í gongdini í verkfallinum. Av tí, at nærum alt virksemi í landinum er ávirkað av verkfallinum, meta fyriskipararnir eisini alsamt um tørvur er á at gera broytingar ella tillagingar í tiltakinum.
Vit heita á allar luttakarar um at vísa tol orsaka av serligu støðuni.
Fyriskipararnir vóna, at partarnir í sáttmálastríðnum semjast, og at Tórshavn Marathon 9. juni verður renniveitslan, sum vit øll hava glett okkum til.
Nærri kunning kemur í næstu viku.





