Avmarkingar í ferðsluni 9. juni

0
283

Legg merki til, at vegir og tunlar verða stongdir fyri bilferðslu sunnudagin 9. juni 2024. Skalt tú út at koyra sunnudagin, er tað tí skilagott at kanna eftir áðrenn, hvønn veg, tú skalt koyra.

Kort, sum vísir, hvørjir vegir eru stongdir og nær, kanst tú taka niður her.

Kl. 12.30-19.30 eru hesir vegir stongdir:

  • Niels Finsens gøta stongd frá Sverrisgøtu oman á Vaglið
  • Mylnugøta stongd
  • Tinghúsvegur stongdur frá Bøkjarabrekku oman til Áarvegin
  • Bringnsagøta stongd frá Húsabrúgv oman til Áarvegin
  • Tórsgøta stongd frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn
  • Áarvegur stongdur
  • Kopargøta stongdur
  • Havnargøta stongd
  • Yviri við Strond stongdur
  • Hoyviksvegur stongdur frá Óðinshædd til Eystara Ringveg
  • Eystari Ringvegur stongdur til Hvítanesvegin
  • Hvítanesvegurin stongdur til rundkoyringina við Vegin Langa

Kl. 12.45 til 14.30 eru hesir vegir stongdir:

  • Eystari Ringvegur stongdur frá Hvítanesvegnum til rundkoyringina á Hálsi
  • R.C. Effersøes gøta og Bøkjarabrekka bara einvegis ferðsla
  • Jónas Broncks gøta stongd
  • Bøkjarabrekka stongd frá Steinatúni niðan til R.C. Effersøes gøtu

Kl. 12.30 til 18.00 eru hesir vegir stongdir:

  • Landsvegurin stongdur frá rundkoyringini við Vegin Langa/Hvítanes til Eysturoyartunnilin

Kl. 13.00 til 19.00 eru hesir vegir stongdir:

  • Landsvegurin stongdur frá rundkoyringini við Eysturoyartunnilin til Kaldbaksbotn

Kl. 13 til 18 eru hesir vegir stongdir:

  • Eysturoyartunnilin stongdur
  • Landsvegurin stongdur frá Kaldbaksbotni til rundkoyringina Inni í Firði í Kollafirði

Kl. 13.00 til 17.00 eru hesir vegir stongdir:

  • Kaldbaksvegurin stongdur frá Kaldbaksbotni til Kaldbaks