Hvar er gott at heppa?

0
359

Tórshavn Marathon er ein renniveitsla, har sum øll kunnu vera við. Hevur tú ikki møguleika at luttaka – sum gangari, rennari ella hjálparfólk – kanst tú hjálpa teimum, sum renna við at heppa!

Allastaðni á rutuni eru fagnaðarróp vælkomin og ein kærkomin hjálp hjá øllum teimum, sum hava sett sær fyri at renna. Býrt tú á rutuni, ert tú meira enn vælkomin at eggja rennarum á við rópi, sangi, tónleiki o.ø.

Veist tú ikki, hvar tú skalt heppa, eru nøkur uppskot her. Legg til merkis, at tað ikki slepst framat við bili allastaðni.

Kl. 13.00

Starturin er kl. 13 í Vágsbotni. Á trappuni í Vágsbotni fært tú góða huglagi, áðrenn rennarar fara avstað, við. Eisini verður tónleikur og røða.

Samstundis byrja omanfyri 100 gongufólk at ganga 1/2 marathon í Kaldbak.

Kl. 13.03

Yviri við Strond syrgir Betri fyri góðum huglagið við m.a. tónleiki.

Kl. 13.10

Rennararnir eru við rundkoyringina á Hálsi.

Kl. 13.15

Rennararnir eru við SMS.

Kl. 13.25

Fyrstu rennarnarnir fara út úr býnum eftir Hvítanesvegnum. Havnar Hornorkestur spælir við Gróðurstøðina.

Kl. 13.30

Rennararnir eru við Mannbrekku.

Kl. 13.45

Rennararnir eru við rundkoyringina í Hoyvík og á Hvítanesi. Hetta er samstundis síðsti møguleiki at heppa í Havn, áðrenn rennararnir hava verið og vent á Sundi (1/2-marathon) ella í Kaldbak (heilt marathon) og eru aftur í Havnini.

Kl. 14.10-

Hálvmarathonrennarar eru við Hvítanes og rundkoyringina í Hoyvík á veg innaftur í býin. Seinni koma eisini marathonrennararnir.

Kl. 14.30

Fyrstu heiðursmerkini verða handað 1/2 marathon rennarum í Vágsbotni.

Kl. 14.45

Marathonrennarar eru í Kaldbak.

Kl. 16.30

Heiðursmerki verða handað marathonrennarum í Vágsbotni.