Klædnagoymsla
Klædnagoymsla er í posthúskjallaranum. Hetta er á egna ábyrgd, vit mæla frá at pengar og aðrir virðislutir verða latnir inn í klædnagoymsluna.
Fyrstahjálp
Samarittar og hjálparfólk eru á rutuni og á máløkinum, um tær tørvar hjálp.
Vesi
Vesi eru á máløkinum. Á rutuni eru vesivognar.
Vatnpostar
Á teinunum eru vatnpostar fyri hvørjar 4 km, her fæst vatn, orkudrykkur og sjokolata. Á málinum fáa rennarar eisini vatn og okkurt lætt at eta.
Tíðtaking
Tað er chip í startnummarinum, og tín rennitúrur verður skrásettur við millumtíðum, so at onnur kunnu fylgja við renningini á síni snildfon.
Komin á mál
Vatn og leskidrykkir verða at fáa á máløkinum.
Øll sum hava runnið eru vælkomin til ein bita í Reinsarínum eftir renningina. Rennarar fáa eisini kaffi og okkurt søtt. Hetta er ókeypis.