

Tú kanst lesa meira um ruturnar her á heimasíðuni.
Í hesum faldaranum sært tú kort yvir allar ruturnar: Tórshavn Marathon faldari 2025

69 ára gamli Mads Andreas Simonsen hevur runnið fleiri maraton enn tey flestu. 1. juni rennur hann maraton nummar 50. Renningin gevur vælveru og orku, sigur hann
Tá ið Tórshavn Marathon sunnudagin 1. juni verður skotið í gongd, er hetta ein veitsludagur hjá øllum rennarunum. Hjá Mads Andreas Simonsen verður hetta tó ein heilt serligur rennitúrur. Við startnummarinum 50 á bringuni fer hann nevniliga at renna sítt maraton nummar 50.
Sostatt er Mads Andreas helst tann føroyingurin, sum hevur runnið flest maraton. Tá ið vit spyrja runt í maraton-umhvørvinum um føroyingar, sum hava runnið nógv maraton, veit ongin um nakran føroying, sum er komin upp á 50 maraton.
-Eg hugsaði eitt sindur um, hvat maraton skuldi vera nummar 50. Hugsaði um Sydney, men so fall valið á Tórshavn Marathon, tí sjálvandi skal eg renna tað í Føroyum, sigur Mads Andreas.
Hann byrjaði lutfalsliga seint at renna maraton og var 49 ára gamal, tá ið hann rann tað fyrsta.
-Tað var í New York. Vit búðu í Norra tá, og ein vinmaður helt, at tað kundi verið stuttligt at roynt eitt maraton, so vit meldaðu okkum til í New York.
Ein stór uppliving, men strævið eftir 30 km, sigur Mads Andreas. Tá ið hann eftir 3 tímar og 48 minuttir rann inn um málstrikuna, hugsaði hann, at hetta skuldi hann ongantíð gera aftur. Men longu fáar mánaðir seinni var hann aftur á startlinjuni. Hesaferð í London.
-Vinmaðurin hevði vunnið eitt startnummar til London Marathon, sum var longu várið eftir New York. Eg segði nei, men hann bleiv við at júka, so tað endaði við, at eg fór við honum.
Og so blivu maratonini fleiri og fleiri. Millum annað í Berlin, Prag, Oslo, Samsø og fleiri í Keypmannahavn. Hesi gott 20 árini eru tilsamans 49 maraton-medaljur komnar upp at hanga heima hjá Mads Andreas. Og sunnudagin 1. juni kemur ætlandi nummar 50 í hús.
Tað hevur annars gingið heldur striltið at venja seinastu tíðina. Mads Andreas hevur drigist við skaða í baklærinum síðan í januar. Fyri at avlasta beinið hevur hann skift onkrar av rennitúrunum út við at súkkla til og frá arbeiði – 28 km hvønn vegin – og hetta hevur eisini givið góða venjing.
-Tað verður ongin super-tíð, men eg skal nokk koma ígjøgnum, sigur hann.
Renningin gevur gleði og vælveru, bæði undir venjing og aftaná.
-Tíðina eg brúki til venjing fái eg aftur í størri orku, sigur hann.
Mads Andreas er upprunaliga ættaður av Sandi. Eftir nøkur ár í Havn flutti hann til Miðvágs, og í 1997 flutti familjan til Noregs at búgva. Ætlanin var bert at vera har í eitt ár, men mongum brestur ætlan. Nú eru 28 ár síðan, tey fluttu úr Føroyum, og í dag búgva tey í Ølsted í Norðursælandi.
Mads Andreas rennur við felagnum, Langgarverne, sum er heimahoyrandi í Hillerød. Konan, Hansy, er eisini farin at renna seinastu árini. Umframt renningina fer eisini nógv tíð til gongutúrar í økinum, har tey búgva.
Nú er hetta at renna maraton eftirhondini ein vani hjá Mads Andreas, men fyrstu maraton-venjingarnar vóru sanniliga ikki nakað spæl.
-Eg minnist teir fyrstu longu túrarnar í maratonvenjingini. Eg var púra ferdigur og mátti ofta sova aftaná venjingina.
Onkuntíð hevur verið stutt ímillum maraton-kappingarnar. Hann hevur roynt at runnið maraton trý vikuskifti á rað – fyrst á Ærø, síðani Keypmannahavn og so í Greve. Hann setti sær fyri at renna øll trý undir 4 tímar, og tað eydnaðist. Umframt maraton hevur hann runnið hópin av hálvmaraton, men tey telur hann ikki.
Hvat er tað, sum er so serligt við maraton-teininum?
-Tað er avbjóðingin í tí. Langi teinurin er ikki bara nakað, tú líka gert. Tú vilt vísa fyri tær sjálvum, at tú megnar hetta.
Og so skulu vit heilsa og siga, at sjálvt ein so garvaður maratonrennari sum Mads Andreas eisini hevur tað strævið, tá ið nakrir og tredivu kilometrar eru farnir afturum.
-Millum 35 og 40 kilometrar spyr mann altíð seg sjálvan “Hví geri eg hetta?”. Men í dag eri eg ongantíð í iva um, at hóast tað er strævið, so skal eg nokk klára tað.
Besta tíðin hjá honum á maraton-teininum er 3 tímar og 29 min. Hetta var í Odense í 2016. Tá var hann 61 ára gamal.
Mads Andreas fyllir 70 ár í summar, men ætlar sær avgjørt ikki at seta renniskógvarnar á hillina. Seinast í september fer hann at renna H.C. Andersen Marathon í Odense. Har fekk hann silvur í sínum aldursbólki í fjør, og áður hevur hann eisini vunnið bronsu har. Í ár ætlar hann sær eftir gullinum.
Um tað verða 50 maraton aftrat, ivast hann í, men nøkur verða tað í øllum førum, sigur hann.

Á miðnátt 31. oktober 2025 fer tilmeldingargjaldið til Tórshavn Marathon 2026 enn eina ferð upp. Prísirnir hækka nakrar ferðir afturat, áðrenn 7. juni. Um tú vilt spara pengar meldar tú til beinanvegin. Prísirnir sært tú á torshavnmarathon.com/fo/tilmelding/.

Á miðnátt sunnukvøldið 8. juni fer tilmeldingargjaldið til Tórshavn Marathon 2026 upp. Prísirnir hækka nakrar ferðir afturat, áðrenn 7. juni 2026. Um tú vilt spara pengar meldar tú til beinanvegin. Prísirnar sært tú á torshavnmarathon.com/fo/tilmelding/.

Allar myndirnar frá Tórshavn Marathon 2025 eru her: torshavnmarathon.com/fo/myndir-2025/.

Tilmeldingin til Tórshavn Marathon 2026 er nú opin. Tórshavn Marathon 2026 verður sunnudagin 7. juni 2026. Fyrstu vikuna tilmeldingin er opin, er tilmeldingargjaldið serliga lágt. Skunda tær at melda til, áðrenn prísurin fer upp um eina viku – 8. juni 2025. Melda til her: my.raceresult.com/344421/.

Her sært tú úrslitini frá Tórshavn Marathon 2025. Sí øll úrslit á my.raceresult.com/294902/results.

It is possible to live track runners in Tórshavn Marathon on your smartphone.
The racetime will be registered with regular intervals, so you can follow your family member or fried from the finishline or from home on your smartphone.
Follow the race here: my.raceresult.com/294902/.

Tórshavn Marathon er ein renniveitsla, har sum øll kunnu vera við. Veist tú ikki, hvar tú skalt heppa, eru nøkur uppskot: Starturin er kl. 13 í Vágsbotni. Kl. 13.03 eru rennarar við rundkoyringina við Jónas Bronks. Kl. 13.10 eru rennararnir við rundkoyringina á Hálsi. Kl. 13.15 við SMS. Kl. 13.25 fara fyrstu rennarnarnir út úr býnum – Havnar Hornorkestur spælir við Gróðurstøðina. Kl. 14.45 eru marathonrennarar í Kaldbak. Kl. 16.30 verða heiðursmerki handað marathonrennarum í Vágsbotni.
Tórshavn Marathon er ein renniveitsla, har sum øll kunnu vera við. Hevur tú ikki møguleika at luttaka – sum gangari, rennari ella hjálparfólk – kanst tú hjálpa teimum, sum renna við at heppa!
Allastaðni á rutuni eru fagnaðarróp vælkomin og ein kærkomin hjálp hjá øllum teimum, sum hava sett sær fyri at renna. Býrt tú á rutuni, ert tú meira enn vælkomin at eggja rennarum á við rópi, sangi, tónleiki o.ø.
Veist tú ikki, hvar tú skalt heppa, eru nøkur uppskot her. Legg til merkis, at tað ikki slepst framat við bili allastaðni.
Starturin er kl. 13 í Vágsbotni. Á trappuni í Vágsbotni fært tú góða huglagi, áðrenn rennarar fara avstað, við. Eisini verður tónleikur og røða.
Samstundis byrja áleið 100 gongufólk at ganga 1/2 marathon í Kaldbak.
Rennarar eru við rundkoyringina við Jónas Bronks/Yviri við Strond.
Rennarar eru við Boðanesheimi Yviri við Strond
Rennararnir eru við rundkoyringina á Hálsi.
Rennararnir eru við SMS.
Fyrstu rennarnarnir fara út úr býnum eftir Hvítanesvegnum. Havnar Hornorkestur spælir við Gróðurstøðina.
Rennararnir eru við Mannbrekku.
Rennararnir eru við rundkoyringina í Hoyvík og á Hvítanesi. Hetta er samstundis síðsti møguleiki at heppa í Havn, áðrenn rennararnir hava verið og vent á Sundi (1/2-marathon) ella í Kaldbak (heilt marathon) og eru aftur í Havnini.
Hálvmarathonrennarar eru við Hvítanes og rundkoyringina í Hoyvík á veg innaftur í býin. Seinni koma eisini marathonrennararnir.
Fyrstu heiðursmerkini verða handað 1/2 marathon rennarum í Vágsbotni.
Marathonrennarar eru í Kaldbak.
Heiðursmerki verða handað marathonrennarum í Vágsbotni.

Til tín, sum skalt ganga 1/2 marathon.
1/2 marathonteinurin er friðsæli og náttúruvakri túrurin úr Kaldbak og til Havnar.
Gongufólk verða koyrd við bussi til Kaldbaks áðrenn startskotið fer kl. 13. Ókeypis bussar koyra av Farstøðini stundisliga kl. 12.30. Møtið í góðari tíð.
Bussarnir seta gongufólkini av, har sum teinurin byrjar.
Legg til merkis, at ferðslan er avmarkað, og tí ber ikki til at koyra sjálv/ur.
Teinurin byrjar á 1/2 marathonmarkinum hjá 1/1 marathonrennarunum. Hetta er nakað áðrenn bygdina í Kaldbak. Fyrsti teinurin verður sostatt at ganga inn gjøgnum bygdina í Kaldbak og til vendipunktið. Tá vent verður, gongur leiðin til Havnar.
Komin til ljóskurvarnar við Hvítanesvegin, gongur leiðin yvir við Strond, eftir Bursatanga, niðan á Vaglið og oman til málið í Vágsbotn.
Tú sært teinin á hesum kortinum.

Sunnudagin 1. juni eru fleiri vegir stongdir millum klokkan 12.30 og 19.30 í sambandi við Tórshavn Marathon. Í yvirlitinum og á kortunum niðanfyri sært tú, nær vegirnir eru stongdir.
Gev gætur, at frá klokkan 13-18 eru eisini Eysturoyartunnilin og Kollafjarðartunnilin stongdir í sambandi við renningina. Bilar skulu í staðin koyra eftir Oyggjarvegnum.
Kl. 12.30-19.30 eru hesir vegir stongdir:
Kl. 12.45 til 14.30 eru hesir vegir stongdir:
Kl. 12.30 til 19.00 eru hesir vegir stongdir:
Kl. 12.30 til 18.00 eru hesir vegir stongdir:
Kl. 13.00 til 19.00 eru hesir vegir stongdir:
Kl. 13 til 18 eru hesir vegir stongdir:
Kl. 14.00 til 17.00 eru hesir vegir stongdir:
Freistin at melda til renningina sunnudagin er leygardagin 11. juni kl. 18.00. Hetta er samstundis síðsta freist at broyta tilmeldingina. Marathonrenningin er FM-kapping. Fyri at luttaka í FM-kappingini skalt tú verða tilmeldað/ur Atlantic Airways Tórshavn Marathon sum limur í føroyskum rennifelag undir FÍF. Kappast verður í: Opin bólkur (f. 1977–2004); Veteranar (f. 1967–1976); Superveteranar (f. 1957–1966); Ultraveteranar (f. 1956 ella fyrr).
Klædnagoymsla er í posthúskjallaranum og í Perluni. Vesi eru á máløkinum. Á rutuni eru vesivognar. Vatn, kakao og fit frá MBM, umframt Froosh Smoothie verður at fáa á máløkinum. Eisini verður frugt. Øll sum hava runnið eru vælkomin til ein bita í Reinsarínum eftir renningina – stuðla av Bakkafrost. Rennarar fáa eisini kaffi og heimabakað kaku. Alt hetta er ókeypis.
Legg merki til, at vegir og tunlar verða stongdir fyri bilferðslu sunnudagin 12. juni 2022. Kl. 12.30–19.30 eru hesir vegir stongdir: Niels Finsens gøta frá Sverrisgøtu oman á Vaglið; Mylnugøta; Tinghúsvegur frá Bøkjarabrekku oman til Áarvegin; Bringnsagøta frá Húsabrúgv oman til Áarvegin; Tórsgøta frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn; Áarvegur; Kopargøta; Havnargøta; Yviri við Strond; Hoyviksvegur frá Óðinshædd til Eystara Ringveg; Eystari Ringvegur til Hvítanesvegin; Hvítanesvegurin til rundkoyringina við Vegin Langa. Sí nærri kunning á torshavn.fo.
Tá tú rennur hálvt marathon ella heilt marathon sunnudagin, rennur tú á eini AIMS-góðkendari rutu. AIMS – Association of International Marathons and Distance Races – er ein altjóða felagsskapur, sum var stovnaður í 1982 við tí endamáli at stuðla undir og menna renning í øllum heiminum. Í dag eru 442 rennikappingar í 120 londum limir í AIMS.
Tá tú meldar teg til Atlantic Airways Tórshavn Marathon kanst tú samstundis keypa hesa renniblusuna. Renniblusan kostar 250 kr.
Tá tú kemur á mál sunnudagin fært tú eina lætta máltíð. Ein kokkur fyrireikar ein lekran lítlan rætt við laksi frá Bakkafrost.
Nú nærkast Atlantic Airways Tórshavn Marathon, og vit gleða okkum! Til ber at heinta startnummar á Torginum í SMS. Fríggjadagin 10. juni 2022 frá kl. 10–18. Leygardagin 11. juni 2022 frá kl. 10–18.
Summarveðrið í Føroyum kann vera skiftandi, og tá tú kemur til Havnar at renna, mást tú vera fyrireikað/ur uppá mangt og hvat. Tað kann henda, at sólin skínur og tað verður heitt, men tú kanst eisini vænta tær regn og vind ella mjørka. Pakka bæði stuttar og langar buksir, singlet, t-shirt og jakka – lat so veðrið arga, sum tað vil. Tú kanst fylgja við veðrinum á yr.no, tó at tað í Føroyum er ilt at spáa um veðrið.
Tað er Ultimate Sport Service, sum tekur sær av tíðtaking til Atlantic Airways Tórshavn Marathon. Við hesum verður tíðtakingin á altjóða støði. Skipanin hevur m.a. við sær, at tín rennitúrur verður skrásettur við millumtíðum, og at onnur kunnu fylgja við renningini á síni snildfon. Tak Ultimate Sport Service Live appina niður í App Store ella Google Play.
Skunda tær at melda teg til Atlantic Airways Tórshavn Marathon. Prísurin fer upp 1. apríl 2022.
Prísurin fyri tilmelding til Tórshavn Marathon 2022 fer upp á miðnátt, týskvøldið 30. november. Hetta er galdandi fyri allar teinar. Meldið til her.
Tilmeldingin til Tórshavn Marathon 2022 er nú latin upp. Komið við tá vit fara at renna í Havn 12. juni 2022. Meldið til her.


Tórshavn Marathon 2024 verður 9. juni 2024.
Tilmeldingin letur upp eftir summarferiuna.

Tað eru tekniskar avbjóðingar við tilmeldingarskipanini, og tí er tilmeldingin til Tórshavn Marathon 2024 ikki latin upp enn.
Tórshavn Marathon 2024 verður tó enn sum ætlað 9. juni 2024.


Sum nakað heilt serstakt hevur tú nú møguleikan at ganga úr Kaldbak til Havnar, tá Tórshavn Marathon 2024 verður 9. juni 2024. Høvi verður sostatt at ganga friðsæla og náttúruvakra túrin úr Kaldbak og til Havnar.
Gongufólk verða koyrd við bussi til Kaldbaks áðrenn startskotið fer kl. 13. Hetta er samstundis sum rennararnir fara úr Vágsbotni í Havn. Málið er í Vágsbotni.
Tá tú meldar teg at ganga 1/2 marathon fara 100kr. av luttøkugjaldinum til vælgerandi endamál. Í 2024 verður peningurin latin til Parkinsonfelagið, Alzheimersfelagið og Heilafelagið.
Nærri kunning um bussar o.a. kemur seinni.

Ætlar tú tær at renna í Havn í summar?
Tilmeldingargjaldið fer upp 4. apríl, so tað er nú tú skalt melda til, um tú ikki longu hevur gjørt tað.
Tórshavn marathon verður sunnudagin 9. juni 2024 og tá fara vit øll aftur at renna ella ganga.
Tú kanst sjálvandi renna eitt heilt marathon, men um tú ikki heldur teg til, kanst tú renna eitt hálvt marathon, 10,5 ella 5 km.
Aftur hesaferð verður møguligt at ganga eitt hálvt marathon.
Tá tú meldar til at ganga, stuðlar tú við 100 kr, sum fara beinleiðis til Parkinsonfelagið, Heilafelagið og Alzheimerfelagið. Til ber eisini at lata pengar til feløgini, tá tú meldar til hinar teinarnar.
4. apríl í 2024 fer tilmeldingargjaldið upp, so um tú vilt spara pening og hava góða tíð at koma í renniform, skalt tú melda til nú.
Fylg okkum á
Facebook: Tórshavn marathon
Instagram: torshavnmarathon
Vit síggjast í summar.

Tá tú meldar til Tórshavn Marathon kanst tú ogna tær eina heilt serliga Tórshavn Marathon renniblusu.
Renniblusin kostar 250kr.

Í samband við Tórshavn Marathon 9. juni 2024 fara Steen og Peder Mondrup frá Team Tvilling at halda fyrilestur um Team Tvilling á Reinsarínum leygardagin 8. juni 2024 kl. 16.00.
Teir fara at greiða frá og deila teirra royndir og vitan um motivatión, at trúgva á seg sjálvan og um dystin móti tí ómøguliga. Teir eru t.d. teir fyrstu tvíburðarnir í heiminum, sum hava gjøgnumført ein Ironman.
Í teirra søgu finna vit dirvi, vilja, stór mál og stórar dreymar, og eina grundfesta trúgv um, at man kann, so leingi man vil, og so leingi man sær møguleikar heldur enn avmarkingar. Teir halda áfram fyri hvønn annan og við eini trúgv um, at teir altíð røkka málstrikuna.
Steen og Peder – sum eru tvíburðar – tóku í 2013 stig til verkætlanina Team Tvilling, sum í stuttum gongur út uppá, at handiatletar og rennarar møtast hvønn sunnudag og renna saman. Team Tvilling syrgir fyri, at tað altíð er ein rennari til ein handiatlet, at ein rennistólur er til taks, og at handiatleturin situr væl tilrættis, áðrenn renningin byrjar.
Fyrilesturin á Reinsarínum er ókeypis.

Steen og Peder Mondrup stovnarar av Team Tvilling koma til Føroyar at renna Tórshavn Marathon 2024.
Steen og Peder – sum eru tvíburðar – tóku í 2013 stig til verkætlanina Team Tvilling, sum í stuttum gongur út uppá, at handiatletar og rennarar møtast hvønn sunnudag og renna saman. Team Tvilling syrgir fyri, at tað altíð er ein rennari til ein handiatlet, at ein rennistólur er til taks, og at handiatleturin situr væl tilrættis, áðrenn renningin byrjar.
Bæði áðrenn og aftaná rennitúrin er møguleiki hjá handiatletum, avvarandi og rennarum at læra hvønn annan at kenna. Team Tvilling gevur handiatletum og rennarum møguleika at møtast á náturligan hátt, og at vera saman um ein felags aktivitet.
“Felags fyri allar okkara handiatletar og rennarar er, at teir luttaka, tí at teir hava hug og fegin vilja vera partur av einum felagsskapi”, sigur Steen Mondrup frá Team Tvilling.
Steen, sum er rennari, og Peder, sum er handiatletur, luttaka á marathonteininum til Tórshavn Marathon 9. juni 2024. Vit hava spurt teir, hví teir hava valt Føroya einasta marathon, sum teirra næsta mál.
Steen Mondrup hevur greitt okkum frá, at síðani Team Tvilling byrjaði í 2013 luttaka teir ofta í stórum rennitiltøkum saman við omanfyri 100 øðrum persónum, sum teir hava ábyrgdina av fáa eina góða uppliving. Tí er tað gott fyri teir at uppliva aftur, hvussu tað var, tá tað bara vóru teir báðir í 2013. Tað eru støður, sum teir kunnu njóta saman. Og so gleða teir seg eisini serliga til at uppliva vøkru náttúruna, sum er eitt eyðkenni fyri Tórshavn Marathon.
Teir ætla sær at njóta túrin, renna uttan greitt tíðarmál, hugna sær og tosa við aðrar rennarar.

Øllum kunnugt er verkfall í løtuni.
Ítróttarfelagið Bragdið, sum fyriskipar Tórshavn Marathon, fylgir neyvt við í gongdini í verkfallinum. Av tí, at nærum alt virksemi í landinum er ávirkað av verkfallinum, meta fyriskipararnir eisini alsamt um tørvur er á at gera broytingar ella tillagingar í tiltakinum.
Vit heita á allar luttakarar um at vísa tol orsaka av serligu støðuni.
Fyriskipararnir vóna, at partarnir í sáttmálastríðnum semjast, og at Tórshavn Marathon 9. juni verður renniveitslan, sum vit øll hava glett okkum til.
Nærri kunning kemur í næstu viku.

Tórshavn Marathon 2024 verður ikki avlýst, men av tí at verkfall hevur verið seinastu 3 vikurnar, hava vit verið noydd at gjørt nakrar tillagingar.
Við hesum tillagingum gleða vit okkum at síggja tykkum øll til Tórshavn Marathon 2024.

Tilmeldingin til ársins rennuveitslu – Tórshavn Marathon 2024 – letur aftur fríggjakvøldið á miðnátt.
Til ber ikki at melda til leygardagin og sunnudagin.
Skunda tær og melda til!
Meldið til her: Tilmelding.

Summarveðrið í Føroyum kann vera skiftandi, og tá tú kemur til Havnar at renna, mást tú vera fyrireikað/ur uppá mangt og hvat.
Tað kann henda, at sólin skínur og tað verður heitt, men tú kanst eisini vænta tær regn og vind ella mjørka. Pakka bæði stuttar og langar buksir, singlet, t-shirt og jakka – lat so veðrið arga, sum tað vil.
Tú kanst fylgja við veðrinum her, tó at tað í Føroyum er ilt at spáa um veðrið.

Nú nærkast Tórshavn Marathon 2024, og vit gleða okkum!
Til ber at heinta startnummar á Torginum í SMS.
Tá tú heintar startnummar, hevur tú møguleika at keypa renniútgerð o.a. frá Sport24.
Fólk uttanfyri Havnina, sum spara brennievni orsaka av verkfallinum, kunnu heinta startnummar í Snarskivuni á Vaglinum sunnumorgunin 9. juni kl 10-12.
Sí restina av skránni fyri Tórshavn Marathon 2024 her.

Start- og máløkið er í Vágsbotni. Tó byrja 1/2 marathon gongufólk í Kaldbak.
Tú kanst taka kort yvir start- og máløkið niður her.
Klædnagoymsla er í posthúskjallaranum. Hetta er á egna ábyrgd, vit mæla frá at pengar og aðrir virðislutir verða latnir inn í klædnagoymsluna.
Vesi eru á máløkinum.
Vatn, kakao og fit frá MBM o.a. verður at fáa á máløkinum.
Øll, sum hava runnið eru vælkomin til ein bita í Reinsarínum eftir renningina. Hetta er stuðlað av Bakkafrost. Rennarar fáa eisini eina øl frá OY, kaffi og okkurt søtt. Alt hetta er ókeypis.

Legg merki til, at vegir og tunlar verða stongdir fyri bilferðslu sunnudagin 9. juni 2024. Skalt tú út at koyra sunnudagin, er tað tí skilagott at kanna eftir áðrenn, hvønn veg, tú skalt koyra.
Kort, sum vísir, hvørjir vegir eru stongdir og nær, kanst tú taka niður her.

Tað ber til at fylgja við í Tórshavn Marathon tíni snildfon.
Á túrinum verða skrásettar millumtíðir, so tú kanst fylgja við teimum, sum renna.

Til tín, sum skalt ganga 1/2 marathon í morgin.
Sum nakað heilt serstakt verður 1/2 marathonteinurin friðsæli og náttúruvakri túrurin úr Kaldbak og til Havnar.
Gongufólk verða koyrd við bussi til Kaldbaks áðrenn startskotið fer kl. 13. Bussarin koyra av Farstøðini kl. 12.15. Møtið í góðari tíð.
Bussarnir seta gongufólkini av, har sum teinurin byrjar.
Teinurin byrjar á 1/2 marathonmarkinum hjá 1/1 marathonrennarunum. Hetta er nakað áðrenn bygdina í Kaldbak. Fyrsti teinurin verður sostatt at ganga inn gjøgnum bygdina í Kaldbak og til vendipunktið. Tá vent verður, gongur leiðin til Havnar.
Komin til ljóskurvarnar við Hvítanesvegin, gongur leiðin yvir við Strond, eftir Bursatanga, niðan á Vaglið og oman til málið í Vágsbotn.
Tú sært teinin á hesum kortinum.


Tilmeldingin til Tórshavn Marathon 2025 er nú opin.
Tórshavn Marathon 2025 verður sunnudagin 1. juni 2025.
Fyrstu vikuna tilmeldingin er opin, er tilmeldingargjaldið serliga lágt. Skunda tær at melda til, áðrenn prísurin fer upp um eina viku – 16. juni 2024.



Summarveðrið í Føroyum kann vera skiftandi, og tá tú kemur til Havnar at renna, mást tú vera fyrireikað/ur uppá mangt og hvat.
Tað kann henda, at sólin skínur og tað verður heitt, men tú kanst eisini vænta tær regn og vind ella mjørka. Pakka bæði stuttar og langar buksir, singlet, t-shirt og jakka – lat so veðrið arga, sum tað vil.
Tú kanst fylgja við veðrinum her, tó at tað í Føroyum er ilt at spáa um veðrið.

Marathonrenningin er FM-kapping. Fyri at luttaka í FM-kappingini skalt tú verða tilmeldað/ur Tórshavn Marathon sum limur í føroyskum rennifelag undir FÍF (Frælsur Ítróttur Føroya).
Kappast verður í hesum bólkum:

Start- og máløkið er í Vágsbotni. Tó byrja 1/2 marathon gongufólk í Kaldbak.
Tú sært kort yvir start- og máløkið, umframt ruturnar, her: Tórshavn Marathon faldari 2025
Klædnagoymsla er í posthúskjallaranum. Hetta er á egna ábyrgd, vit mæla frá at pengar og aðrir virðislutir verða latnir inn í klædnagoymsluna.
Vesi eru á máløkinum.
Vatn og kakao o.a. verður at fáa á máløkinum.
Øll, sum hava runnið eru vælkomin til ein bita í Reinsarínum eftir renningina. Hetta er stuðlað av Bakkafrost. Rennarar fáa eisini eina øl frá OY ella eina sodavatn og kaffi og okkurt søtt. Alt hetta er ókeypis.















