Avmarkingar í ferðsluni 12. juni

0
372

 

Legg merki til, at vegir og tunlar verða stongdir fyri bilferðslu sunnudagin 12. juni 2022. Skalt tú út at koyra sunnudagin, er tað tí skilagott at kanna eftir áðrenn, hvønn veg, tú skalt koyra.

Kl. 12.30-19.30 eru hesir vegir stongdir:

  • Niels Finsens gøta frá Sverrisgøtu oman á Vaglið
  • Mylnugøta
  • Tinghúsvegur frá Bøkjarabrekku oman til Áarvegin
  • Bringnsagøta frá Húsabrúgv oman til Áarvegin
  • Tórsgøta frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn
  • Áarvegur
  • Kopargøta
  • Havnargøta
  • Yviri við Strond
  • Hoyviksvegur frá Óðinshædd til Eystara Ringveg
  • Eystari Ringvegur til Hvítanesvegin
  • Hvítanesvegurin til rundkoyringina við Vegin Langa

Kl. 12.45 til 14.30 eru hesir vegir stongdir:

  • Eystari Ringvegur frá Hvítanesvegnum til rundkoyringina á Hálsi
  • R.C. Effersøes gøta og Bøkjarabrekka einvegis ferðsla
  • Jónas Broncks gøta
  • Bøkjarabrekka frá Steinatúni niðan til R.C. Effersøes gøtu

Kl. 12.30 til 18.00 eru hesir vegir stongdir:

  • Landsvegurin frá rundkoyringini við Vegin Langa/Hvítanes til Eysturoyartunnilin

Kl. 13.00 til 19.00 eru hesir vegir stongdir:

  • Landsvegurin frá rundkoyringini við Eysturoyartunnilin til Kaldbaksbotn

Kl. 13 til 18 eru hesir vegir stongdir:

  • Eysturoyartunnilin stongdur
  • Landsvegurin frá Kaldbaksbotni til rundkoyringina Inni í Firði í Kollafirði stongdur

Kl. 14.00 til 17.00 eru hesir vegir stongdir:

  • Kaldbaksvegurin frá Kaldbaksbotni til Kaldbaks. Bilferðsla verður førd úr Kaldbak kl. 15 og 16 og úr Kaldbaksbotni kl. 15.10 og 16.10.

Legg merki til, at bussleiðin eisini verður ávirkað.

Sí nærri kunning á torshavn.fo.